Myrkursins Náði

Eivor Palsdottir

Compositor: Não Disponível

Í dag hava fuglar ei sungið eitt lag
Tað var, eins og slóknaði sólin í dag
Og jørðin, hon helt uppat við at mala
Og børnini hildu uppat við at spæla

Stjørnurnar duttu allar niður av himni
Pg mánin, hann fánaði burtur og inni
Í stovuni míni ei hoyrdist eitt ljóð
Í myrkursins djúpastu náði eg stóð

Myrkursins náði
Myrkursins náði
Myrkursins náði fevndi meg
Fevndi meg

Henda løtan, hon dró meg til ógingnar gøtur
Til heimsins byrjan og til lívsins djúpastu røtur
Og myrkrið var hvørki ónt ella kalt
Nei, myrkrið var ei enn blivið ónt ella kalt

Tað einasta, eg hoyrdi, vóru undarlig ljóð
Men so føgur og rein og so yndislig ljóð
Og einki var endað, og einki var byrjað
Og einki var sjónligt, og einki var hyljað

Myrkursins náði
Myrkursins náði
Myrkursins náði fevndi meg
Fevndi meg
Myrkursins náði
Myrkursins náði
Myrkursins náði fevndi meg
Fevndi meg

©2003- 2024 lyrics.com.br · Aviso Legal · Política de Privacidade · Fale Conosco desenvolvido por Studio Sol Comunicação Digital