Elisabet Og Elinborg

Tradução


Eivor Palsdottir

Compositor: Não Disponível

Lítla søta Elinborg við sóljugulum hári
Hon syngur og hon dansar frítt
Og frøist nú um várið
Hon spælir sær við blómurnar
Hon elskar vakrar litir
Sum ein føgur sóljudrotning
Í grasinum hon situr

Elisabet Maria við vøkrum, bláum eygum
Hon málar vakrar málningar
Við gulum og við reyðum
Hon málar allar litirnar
Sum dagurin man eiga
Sum ein føgur stjørnusól
Elisabet Maria

Brátt so verður friðarligt
Og fuglaveingir hvíla
Sólin bjarta svevur nú
Og mánin fer at skína
Tá fara tær til pápa sín
Sum søgur veit at siga
Og nú svevur lítla Elinborg
Og Elisabet Maria

Tá fara tær til pápa sín
Sum søgur veit at siga
Og nú svevur lítla Elinborg
Og Elisabet Maria

©2003- 2024 lyrics.com.br · Aviso Legal · Política de Privacidade · Fale Conosco desenvolvido por Studio Sol Comunicação Digital